The Wayback Machine - https://web.archive.org/web/20171123092428/http://www.hagstova.fo:80/fo

Fiskaútflutningurin tvífaldaður í virði eftir sjey árum

Fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar var útflutningurin tilsamans 6,2 mia. kr., 567 mió. kr. ella 10% meir enn í fjør. Fiskaútflutningurin einsamallur vaks 702 mió. kr ella 13%, hóast nøgdin minkaði 9%. Eftir sjey árum er virðið av fiskaútflutninginum tvífaldað.

Fólkatalið vaks skjótast í miðøkinum uttan fyri høvuðsstaðin

Fólkatalið var 50.322 tann 1. oktober. Tað vaks við 707 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum 1. okt. 2016 – 1. okt. 2017. Tað kemur av nettotilflyting á 442 og burðaravlopi á 265. Fólkavøkstur er í øllum høvuðsøkjum, í tali mest í høvuðsstaðnum men lutfalsliga mest í Vága og Eysturoyar sýslum og Streymoyarøkinum uttan fyri Tórshavnarøkið. Minsti vøksturin er í Sandoyar og Suðuroyar sýslum.

26.146 løntakarar í august

Hagtøl yvir løntakarar eru nú tøk til og við august 2017. Í august vóru 26.146 løntakarar tilsamans, árstíðarjavnað.

Størsti vøksturin í gistingum hjá ferðafólki uttan fyri Norðurlond

Talið av skrásettum gistingum í føroysku ferðavinnuni er alsamt vaksandi. Tríggjar fyrstu ársfjórðingarnar í ár var talið av gistingum 146.675. Tað eru 5% ella 7 túsund fleiri enn sama tíðarskeið í fjør og 8 túsund fleiri enn sama tíðarskeið fyrra árið, tá annars sólarmyrkingin var.

Síður